7802.20 - B.Ed.-ritgerð - Námsfrøðingaútbúgvingin


Skeiðsnummar
7802.20
Heiti
B.Ed.-ritgerð - Námsfrøðingaútbúgvingin
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn B.Ed. ritgerðini byrjar skulu tey lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur.
Endamál
B.Ed.-verkætlanina er spurdómsstýrd. T.e. at tey lesandi velja sær eitt spurdómsevni, ið er viðkomandi fyri námsfrøðingayrkið. Tá tey lesandi svar spurdóminum, so skulu tey greina og samantvinna vísindalig ástøði og háttaløg við egnar kanningar og/ella skjalfestar starvslæruroyndir.
Innihald
Verkætlanin verður skipað kring ein spurdóm. Spurdómurin skal grundast í námsfrøðiligum avbjóðingum, sum er viðkomandi innan námsfrøðiliga yrki.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi fáa vegleiðin, meðan tey skriva B.Ed.-verkætlanina • Ein lesandi – 3 klokkutímar • Tvey lesandi – 4 klokkutímar • Trý lesandi – 5 klokkutímar
Læruúrtøka
Vitan Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna: • greiða frá, hví spurdómsevnið er týdningarmikið evni í námsfrøðingayrkinum • grundgeva fyri hvørji ástøði og hvørji háttaløg tey hava nýtt, tá ið tey hava kannað spurdómsevnið Førleikar Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna: • at savna empiri, ið er viðkomandi fyri spurdómsevnið • at greiða og greina empiriska tilfarið við støði í úrvaldu ástøðunum og háttaløgunum • at vísa við dømum hvussu ein námsfrøðingur kann arbeiða við spurdómsevninum á námsfrøðiligum stovnum Almennir førleikar Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna: • at skriva ein samanhangandi akademiskan tekst um spurdómsevnið • at nýta fakmál og faklig hugtøk, tá ein geiðir og grinar spurdómsevnið • at meta um og kjakast um tey ástøði, háttaløg og empiri, ið verða løgd fram í B.Ed-ritgerðini.
Próvtøkuháttur
B.Ed.-verkætlanin er eitt skrivligt avrik og ein munnlig verja. Ritgerðin kann skrivast einsæris ella í bólki. Tað kunnu í mesta lagi vera trý lesandi í hvørjum bólki. Munnliga verjan, sum skal taka støði í skrivliga avrikinum, er einsæris. Lesandi, ið skriva í bólki, ábyrgdast fyri alla ritgerðina. (Próvtøkan og onnur viðurskifti eru lýst nærri i serstøkum skjali).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er brúkt í lesnaðinum frammanundan, skulu lesandi fáa til vega hóskandi tilfar.
Ábyrgd
Annika Antoniussen