7850.20 - Sjálvstøðug, einsæris starvslæra


Skeiðsnummar
7850.20
Heiti
Sjálvstøðug, einsæris starvslæra
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn starvslæran byrjar, skula lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur.
Endamál
Lesandi skulu í endaligu starvslæruni vísa teirra yrkisførleikar í verki bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við borgarar, børn, vaksin og starvsfólk á stovnunum. Hetta við støði í fakligum kunnleika, refleksiónum og etiskum tilviti, ið skal samantvinnast við og í praksis.
Innihald
Lesandi skulu í eina sjálvstøðuga starvslæru. Tey skulu fyrireika starvslæruna, gera eina menningarætlan og ein málsetning, ið skal fremjast í verki. Starvslæran verður eftirmett gjøgnum starvslærutíðarskeiðið.
Læru- og undirvísingarhættir
Felags og egin refleksión, starvslæra, vegleiðing, bólkaarbeiði, logbók, skjalfesting, eftirmeting, og skrivlig uppgáva.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu megna at: • Fyrireika og skipa starvslæruna • Arbeiða námsfrøðiliga og virka á stovninum við støði í einum ástøðiligum og fakligum grundarlagi • Brúka ástøðiligu og fakligu vitanina refleksivt og etiskt til námsfrøðiliga virksemi • Samstarva við starvsfólk, børn ella borgarar við støði í tørvinum hjá tí einstaka • Eftirmeta og reflektera um námsfrøðiliga virksemið, við atlit til at lesandi vísir sín yrkisførleika persónliga og fakliga
Próvtøkuháttur
Próvmett verður í tveimum pørtum, har tann lesandi einsæris skal: 1. Partur: Standa starvslæruna. Starvslæran skal verða staðin fyri at verða próvmett í øðrum parti. 2. Partur: Skriva eina starvslærufrágreiðing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er brúkt í lesnaðinum frammanundan, skulu lesandi fáa til vega hóskandi tilfar.
Ábyrgd
Annika Antoniussen