7852.20 - Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslærufrágreiðing


Skeiðsnummar
7852.20
Heiti
Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslærufrágreiðing
ECTS
5
Fortreytir
Áðrenn skeiðið byrjar, skula lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur. Skeiðið Sjálvstøðug einsæris starvslæra – starvslæran 7851.20, skal vera staðið, áðrenn lesandi kunnu skriva starvslærufrágreiðingina.
Endamál
Lesandi skulu fyrireika og eftirmeta starvslæruna við støði í fakligum kunnleika, refleksiónum og etiskum tilviti, ið skal samantvinnast við praksis.
Innihald
Lesandi skulu fyrireika starvslæruna, gera eina málsetning og ein arbeiðssetning, ið skal fremjast í verki. Starvslæran verður eftirmett gjøgnum starvslærutíðarskeiðið og endaliga eftir starvslæruna.
Læru- og undirvísingarhættir
Felags og egin refleksión, vegleiðing, bólkaarbeiði, eftirmeting, og skrivlig uppgáva.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at: • Fyrireika og skipa námsfrøðiligt virksemi • Fyrihalda seg refleksivt og etiskt til námsfrøðiligu arbeiðstilgongdina • Eftirmeta og reflektera um námsfrøðiliga virksemið, við atliti at, at lesandi vísa sín yrkisførleika persónliga og fakliga.
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu skriva eina starvslærufrágreiðing. Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen