7022.18 - Ískoyti til Lívsáskoðan og siðalæru


Skeiðsnummar
7022.18
Heiti
Ískoyti til Lívsáskoðan og siðalæru
ECTS
2,5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi, ið hava tikið Lívsáskoðan og siðalæra, men fylgja einum eldri útbúgvingartíðarskeiðið, har Lívsáskoðan og siðalæra fylti meira enn nú, kunnu nema sær tey ECTS stig, tey mangla. Tey lesandi seta seg djypri inn í ávís evni í Lívsáskoðan og siðalæru enn møguligt var á skeiðinum, tey longu hava tikið.
Innihald
Tann lesandi fær lesnað frá vegleiðara sínum, ið snýr seg um viðkomandi evni í Lívsáskoðan og siðalæra, soleiðis at hin lesandi kann seta seg meira inn í úrvald evni úr skeiðinum í Lívsáskoðan og siðalæru, ið tey hava lisið. Hin lesandi skal skriva eina uppgávu um tað, hon ella hann hevur lisið. Umframt hetta skal hin lesandi hava eina samrøðu við vegleiðaran hjá sær um lesturin, og tað hon ella hann hevur skrivað.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugur lesnaður, skrivlig avrik og samrøður. GG: Kravið til hetta skeiðið er virkin luttøka. Vegleiðarin metir um hin lesandi hevur lokið treytina fyri virkna luttøku við støði í uppgávuni og samrøðuni.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá teimum evnum í Lívsáskoðan og siðalæru, ið tey hava sett seg inn í. - viðgera hesi evni og seta tey inn í ein námsfrøðiligan samanhang
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen