7031.18 - Vísindaástøði, námsfr.


Skeiðsnummar
7031.18
Heiti
Vísindaástøði, námsfr.
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey skilja grundtættir í kvantitativari og kvalitativari gransking.
Innihald
• Vísindaástøði og strembanin eftir haldgóðari vitan • Grundleggjandi hugtøk í vísindaástøði • Positivisma og tess ávirkan á námsfrøði og námsfrøðiliga gransking • Tulkingarfrøði • Fyribrigdarfrøði • Konstruktivistisk ástøði • Kritisk ástøði og og onnur ástøði • Kvantitativ háttaløg • Kvalitativ háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum viðurskiftum og hugtøkum • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi • lýsa grundleggjandi tættir í kvantitativum og kvalitativum háttaløgum, og greiða frá møguleikunum og avmarkingunum í hesum háttaløgum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Próvtøkan tekur 5 tímar. Nærri verður greitt frá próvtøkuni á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen