6700.21 - Dagstovnanámsfrøði I


Skeiðsnummar
6700.21
Heiti
Dagstovnanámsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðingaútbúgvingina
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði á dagstovnaøkinum. Tey lesandi skulu eisini læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðnum innan økið, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið og barnabólkin
Innihald
• Lógarkarmar • Trivnaður • Barnaár og barnaáskoðan • Estetiskar lærutilgongdir • Didaktikkur • Spæl • Myndan, mentan og sosialisering
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvlestur og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa og meta um hvat eyðkennir dagstovnaøkið sum virkisøkið við støði í dagliga arbeiðinum og lógargrundarlagnum innan økið. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi fyri virksemi á dagstovnum. • Greina og tulka, hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað á dagstovnum. • Skifta orð og meta um hvørja ávirkan hugburðurin og leiklututrn hjá námsfrøðinginum kann hava á trivnaðin og menningina hjá barninum. • Meta um námsfrøðiligt virksemi við støði í didaktiskum hugtøkum og ástøðum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva – einsæris. Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistan verður tøkur á Moodle, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð