6701.21 - Dagstovnanámsfrøði II


Skeiðsnummar
6701.21
Heiti
Dagstovnanámsfrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðingaútbúgvingina.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan hvussu børn gerast virkin og luttakandi á dagstovninum og hvørja ávirkan námsfrøðingurin hevur á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um, hvat kann hava ávirkan á luttøkuna hjá einum barni, bæði einsæris og í bólki og hvørja ávirkan relatiónir og karmar kunnu hava á hetta.
Innihald
• Kyn • Vinaløg • Etnisitetur • Integratión og inklusión • Digital myndan • Relatiónir og relatiónsførleiki • Burðardyggleiki í námsfrøði • Tilrættislegging, eftirmeting og kreativitetur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvlestur og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa og meta um hvussu børn kunnu gerast virkin og luttakandi á dagstovninum og hvørja ávirkan námsfrøðingurin kann hava á hetta. • Greiða frá hvussu børn kunnu verða inkluderað í felagsskapin á dagstovninum. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi í mun til kyn, javnvirði og líkarætt. • Lýsa og meta um týdningin av góðum relatiónum og relatiónsførleikum. • Lýsa og tulka hvussu námsfrøðiligt virksemi á dagstovnaøkinum verður fyrireika, framt og eftirmett.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari framløgu í bólki. Nærri kunning í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistan verður tøkur á Moodle, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð