7020.19 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7020.19
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær innlit í týðandi tættir í siðvenjum, ið hava mynda okkara samfelag, gerast tilvitaði um hvussu hetta ávirkar virkisøki hjá námsfrøðingum yrkinum, og læra at rúma menniskjum við ymsum lívsáskoðanum á dag- og øðrum stovnum, ið námsfrøðingar starvast á 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk og duga at brúka tey í námsfrøðiligum støðum 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar, ið skulu stuðla menningini og myndanini av menniskjum á føroyskum dagstovnum, o. líkn
Innihald
• Virðisgrundarløg og endamálsorðingin fyri dagstovnar og dagrøkt • Grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum menniskjasýni • Tættir í vesturlendskum fólkaræðum, s.s. sekularisma • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Etisk menning og myndan á dagstovnum • Yrkisetikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur. GG: Á Námsvísindadeildini er møti- og luttøkuskylda. Hetta merkir, at lesandi hava skyldu at koma til fyrilestrar og aðra skipaða undirvísing og at vera virkin í bólkaarbeiði o.líkn. Lesandi kunnu ikki forsøma meir enn 25 %.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá týðandi tættum í ymsum fatanum av menniskjanum og samfelagnum, ið hava mynda okkara samfelag, og lýsa hvønn týdning hesi hava í okkara samfelag og teirra yrki - greiða frá etiskum siðvenjum og hugtøkum, og vísa hvussu hesi eru teirra komandi yrki viðkomandi - seta orð á og grundgeva fyri, hvør leikluturin hjá námfrøðingum er, tá hugsa verður bæði um persónligu menningina, hjá teimum ein arbeiðir við, og um almennu karmarnar fyri dagstovnar og aðrar stovnar
Próvtøkuháttur
Umframt smærri venjingar og uppgávur, verður próvtøkan ein bólkaframløga. Nærri verður greitt frá framløguni, tá skeiðið byrjar
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen