7031.19 - Vísindaástøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7031.19
Heiti
Vísindaástøði, námsfrøðingar
ECTS
5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey gerast tilvitaði um, hvussu hesar stevnir eru viðkomandi fyri yrkisøkini hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Vísindaástøði – hvat er tað? • Grundleggjandi hugtøk í vísindaástøði • Positivisma, rationalisma og sosial konstruktivisma • Kritisk ástøði • Strukturalisma og ástøði sprottin úr strukturalismu • Fyribrigdarfrøði og tulkingarfrøði • Kervisástøði • Staðbundin læring og praksisfelagsskapir
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum viðurskiftum og hugtøkum • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Próvtøkan tekur 5 tímar. Nærri verður greitt frá próvtøkuni á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen