7121.14 - Námsfrøði, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7121.14
Heiti
Námsfrøði, námsfrøðingar
ECTS
15
Fortreytir
Próvtalið verður bygt á endaligu uppgávuna, ið verður skrivað í vár. Fyri at sleppa upp í próvuppgávuni, skal framløgan við endan á hesum skeiðinum standast.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi lærdóm innan námsfrøði, lívsáskoðan og siðalæra og læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu og frítíðarskúla.
Innihald
Í námsfrøði fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovnum, vøggustovum, frítíðarskúlum út frá námsfrøðiligum, idésøguligum og etiskum sjónarhornum. Undirevnini er hesi: • Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum, herundir lógarkarmar v.m. • Tað námsfrøðiliga sjónarhornið • Institutionalisering og professionalitetur • Námsfrøðiligar relatiónir • Vøggustovupedagogikkur • Barnagarðspedagogikkur • Frítíðarpedagogikkur • Spæl • Børn og kyn • Børn og seksualitetur • Børn og sorg • Happing • Foreldrasamstarv • Tvørprofessionelt samstarv • Grundleggjandi etisk hugtøk • Kristnar og modernaðar alheims- og menniskjafatanir • Kristnar og modernaðar siðalærur • Samfelag, trúgv og ateisma • Siðalæra og myndan á skúlum • Yrkisetikkur og yrkisetisk amboð
Læru- og undirvísingarhættir
Hesir undirvísingarhættir verða nýttir: Fyrilestrar, arbeiði við gerandisdømum úr dagstovni vøggustovu og frítíðarskúla, bólkaarbeiði og sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Tey lesandi hava skyldu at møta til undirvísingina og luttaka í henni. Um so er, at ein lesandi misrøkir møti- og luttøkuskylduna uttan haldgóða grund, kann undirvísarin sýta honum/henni at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi duga at: • viðgera námsfrøði sum lærugrein. • nýta námsvísindaligar tekstir sum hugkveikjan til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til námsfrøðligu søguna í Føroyum og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað námsfrøðiliga økið • greiða frá og greina áskoðanir um børn, barndóm og dagstovnar í ymsum søguligum tíðarskeiðum, og hvussi hesi hava myndað innihaldið á dagstovnum (vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar). • greiða frá hvat eyðkennir eitt gott samstarv við børn, foreldur og starvsfelagar. • greiða frá og samanbera grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum og lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan, menniskjafatan), og lýsa hvønn týdning hesi hava fyri okkara samfelag og námsfrøðingayrki. • brúka etiskar siðvenjur og hugtøk í ítøkiligum støðum, ið námsfrøðingar kunnu koma í. • greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum, har lesandi bæði taka atlit til hugmyndarlig og etisk viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Skeiðið í námsfrøði endar við einari framløgu, har lesandi leggja fram úrslitið av einum bólkaarbeiði, sum tey hava arbeitt við gjøgnum alt skeiðið. Greitt verður nærri frá framløguni og krøvum til framløguna á skeiðinum. Hóast lesandi leggja fram í bólkum, kann próvdømingin differentierast. Tey, ið ikki standa royndina, fáa eina avloysingaruppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður á skeiðinum.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð