7133.19 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
Skeiðsnummar
7133.19
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðingar
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er:
• at tann lesandi nemur sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði.
• at tann lesandi fer at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindi, ið eru viðkomandi fyri arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskar bólkar av menniskjum.
• at tann lesandi fær eina fatan av ymiskum hugtøkunum út frá ymiskum ástøðiligum perspektivum.
• at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um, hvussu menniskju læra og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast.
• at tann lesandi lærir seg at reflektera yvir ymisk ástøði.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísind.
• Søguliga gongdin í sálarfrøðini og hvat eyðkennir sálarfrøði upp gjøgnum tíðina.
• Ástøðilig hugtøk innan námsfrøðilig sálarfrøði.
• Sálarfrøðin frá individ- til sosialfokus.
• Etikkur, sum grundarsteinur í námsfrøðilig sálarfrøði.
• Menniskjafatanir, sum eyðkenna ymisku ástøðini.
Læru- og undirvísingarhættir
• Fyrilestrar
• Bólkaarbeiði
• Arbeiða við casum
• Sjálvstøðugar uppgávur
• Vitanarbýti gjøgnum skrivligar og munnligar framløgur
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna:
• at seta orð á hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein.
• at geva eina breiða lýsing av hvussu hugtøkini læring, menning, dannilsi og sosialisering verða allýst og avmarkað.
• at kenna vanligastu sálarfrøðiligu ástøðini innan økið.
• at reflektera yvir etiskar tvístøður, sum eru í námsfrøðiligum arbeiði.
• at skilja umstøður hjá menniskjum sum tengdar at ymiskum kontekstum, mentanum og lívsumstøðum.
• at lýsa og meta um týdningin av relationellum førleikum innan námsfrøðiligt arbeiði.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu í bólkum á í mesta lagi 3 lesandi. Nærri kunning verður givið seinni í serstakum skjali.
Endurpróvtøka verður gjørd á sama hátt, tó við nýggjum spurningum. Í samband við endurpróvtøku hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Ivonna Anna Sigga Johansen