7141.14 - Almenn didaktikk, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7141.14
Heiti
Almenn didaktikk, námsfrøðingar
ECTS
20
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í almenn didaktisk evni sum kann knýtast at dagliga arbeiðnum í vøggustovu, dagstovni og frítíðarskúla. At tey lesandi skulu gerast tilvitað um didaktiskar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at arbeiðnum á vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Dentur verður lagdur á at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini. Undirvísingin í almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og námsfrøðiligari sálarfrøði.
Innihald
Skeiðið er skipað í 7 høvuðspartar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: o Almenn didaktikk um fakøki og vísindagrein o Almenn – og fakdidaktikk. o Námsfrøðlig lyklahugtøk s.s. myndan, mennan, uppaling, umsorgan, spæl og læra o Námsætlanir o Viðurkenning o Málmenning o Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir almenna didaktikk sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í almenn didaktiskum arbeiði • leggja eina ætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig tilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • fremja eina ítøkiliga ætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð • at seta ástøði í samband við verkligt arbeiði • nýta didaktikk sum arbeiðsamboð í starvslæruni
Próvtøkuháttur
Skeiðið í almennari diadktikk endar við próvtøku. Próvtøkusynopsan verður skrivað við støði í greinunum námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og almennari didaktikk og skal (1) varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í skeiðslýsingunum fyri hesar greinar og (2) annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku síðst í august mánaða 2015. Tann lesandi kann varðveita sama evni og sama spurdóm. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar. Eina fyri summarsteðgin og eina eftir summarsteðgin 2015.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð