7151.19 - Námsfrøði og didaktikkur I - Ástøðiligur partur


Skeiðsnummar
7151.19
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur I - Ástøðiligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi kunnleika innan námsfrøðiliga ástøði og námsfrøðiliga granskingarøkið, har týðandi og nútíðar ástøði, hugtøk og háttaløg verða viðgjørd. At tey megna at knýta hesa vitan at tí dagliga didaktiska arbeiðinum á einum dagstovni.
Innihald
Undirvísingin fer at viðgera gerandisdagin á dagstovnum, vøggustovum, frítíðarskúlum og ungdómshúsum út frá einum námsfrøðiligum og didaktiskum sjónarhorni. • Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum, lógarkarmar o.a. • Námsfrøðilig áskoðan • Institutionalisering og professionalitetur • Relatiónir • Spæl • Trivnaður • Børn og kyn • Børn og seksualitetur • Børn og sorg • Happing • Fleirmentanir • Foreldrasamstarv Tvørprofessionelt samstarv • Menning og læra • Didaktikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, arbeiði við gerandisdømum innan dagstovnaøkið, portfolio, bólkaarbeiði, kjak og sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Tey lesandi hava skyldu, at møta til undirvísingina og luttaka í henni. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Greiða frá, hvat eyðkennir námsfrøði sum vísindagrein. • Viðgerða og greina hvat myndar nútíðar námsfrøðina og tað didaktiska arbeiði á einum dagstovni. • Nýta námsvísindaligar tekstir og ástøði sum hugkveikjan til dagliga námsfrøðiliga arbeiðið. • Viðgera og tulka námsfrøðligu søguna í Føroyum og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað námsfrøðiliga økið.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina einsæris próvtøkuuppgávu. Nærri kunning í serstøkum skjali. Tá mett verður um uppgávuna, verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at svara og viðgerða spurningunum, sum eru knýttir at pensum. • hvussu tey lesandi megna at velja viðkomandi ástøði og hugtøk úr tekstum í mun til settar spurningar. • hvussu tey lesandi megna at brúka akademiska argumentatión. • um málburður og tekstur er samanhangandi, greiður og hevur skilligan setningsbygna og rætta stavseting. • um tann lesandi nýtir APA tilvísingarskipanina á rættan hátt at vísa á keldur. Tey, ið ikki standa royndina, fáa eina avloysingaruppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð