7202.20 - Serøkið II - Verkligur partur


Skeiðsnummar
7202.20
Heiti
Serøkið II - Verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis
Innihald
• Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einkulta menniskjanum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestur, granskingartilgongdir, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, logbók, vegleiðing, eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga øki. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og teimum menniskjum hon/hann varir av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, skulu tey lesandi skriva eina synopsis ið skal verjast munnligt. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað einsæris. Kunnað verður neyvari um tey formligu krøvini til uppgávuna á skeiðinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vígdis Skorheim