7224.17 - Talgild søgufrásøgn og mentanarberandi tekstir


Skeiðsnummar
7224.17
Heiti
Talgild søgufrásøgn og mentanarberandi tekstir
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Málið við skeiðinum er, at geva teimum lesandi: 1. innlit í og vitan um tekstir til børn, sum hava sín uppruna í føroyskari mentan og siðvenju. 2. tøknilig amboð, sum kunnu vera við til at flyta gamlar, mentanarberandi tekstir inn í eitt nútíðar tøkniligt amboð. innlit í og kunnleika um nýtslu av teldlum og aðrari talgildari tøkni á dagstovnaøkinum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av málmennandi og mentanarberandi tekstum. Ein gjøgnumgongd av munnligum mentum sum tekstaslag og bókmentasøguligu umstøðunum fyri munnligar mentir. Tann lesandi skal ogna sær fatan av í hvønn mun føroysk mentanarsøga er partur av einari evropeiskari siðvenju og menna síni evni at vísa á, hvar serføroysk eyðkenni koma til sjóndar. Samlað skal tann lesandi ogna sær førleikan at velja út viðkomandi tilfar til málsliga og frásagnarliga stimbran hjá børnum á dagstovna- og frítíðarøkinum. Tann lesandi skal eisini ogna sær vitan um, hvørji tíðarskeið tekstirnar umboða.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, royna í verki forrit, sjálvstøðugt arbeiði/bólkaarbeiði og framløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at brúka og endurbrúka mentanarliga grundað frásøgutilfar í einum talgildum miðli til børn á dagstovni og í frítíðartilboði. Tann lesandi skal kenna frásøgur frá ymsum tekstasløgum og frá ymsum tíðum. Tann lesandi skal duga at meta um hvønn uppalandi, málsligan og frásagnarligan leiklut, tekstirnir kunnu hava.
Próvtøkuháttur
Framløga av talgildari framleiðslu av einum “teksti” til børn ella talgildum tilfari til brúk á dagstovni ella í frítíðartilboði.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu