7277.20 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
7277.20
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skilja samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøkið og samfelagið. At kunna fyrihalda seg kritiskt og tulkandi um samanspælið millum áhugapartarnar á námsfrøðiliga økinum. Tey lesandi skula tilogna sær fortreytirnar fyri at virka professionelt og kunna virkað í einum samstarvið. Harumframt skula tey megnað at taka støði í tí føroyska samfelagnum.
Innihald
• Samfelagið – tjóðarliga og altjóðaliga • Tíðarrák • Vælferðarsamfelagið • Altjóðagerðin (globalisering) • Samfelagsstrukturar og samspæl her ímillum. • lógarverkið • Samspæl millum námsfrøðingar, børn/brúkarar, foreldur/avvarðandi og politikarar. • Námsfrøðiligu stovnarnir, hvussu teir virka, stovnsmentan • Samstarv og tvørfakligt samstarv. • Professions samleiki – námsfrøðiliga arbeiði í einum sociologiskum konteksti
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, portfolio, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðið eru tey lesandi før fyri at: • greina týdningin av samfelagsligu og stovnsligu samanhangunum fyri menniskja, námsfrøðiliga økið og námsfrøðiliga yrkið í einum demokratiskum samfelagi við støði í galdandi lógum og ásetingum. • viðgera samanhangin millum menniskja og stovn út frá samfelagsstrukturunum við atlit til at kunna virka sum námsfrøðingur. • kunna greina og viðgera ástøði, hugtøk og teir arbeiðshættir, sum vanliga verða nýttir til at greina samanspælið millum menniskja, stovnsøkið og samfelag.
Próvtøkuháttur
Lesandi skula skriva portfolio gjøgnum skeiðið og við støði í portfoli’unum skriva tey eina uppgávu í bólkum við í mesta lagi 3 lesandi. Endurpróvtøka verður próvmett á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen