7630.21 - Kreativ námsfrøði I
Skeiðsnummar
7630.21
Heiti
Kreativ námsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan og førleikar innan kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um meistaralæru, storyline, estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet, narrativitet, og samspælið í sosialum umhvørvi
• Storyline verkætlan
• Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra
• Kreativir arbeiðshættir
• Ítøkiligt kreativt virksemi
• Place-based learning
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at:
• Lýsa og greina ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline.
• Duga at brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið.
• greina og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum.
• Vísa á hvussu burðardygd kann nýtast í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði, harundir place-based learning.
Próvtøkuháttur
Stutt spurdómsstýrd bólkauppgáva og einsæris munnlig framløga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Grundbøkur: Æstetikken tilbage i pædagogikken, Storylinemetoden i Børnehaven
Aðrir tekstir verða lagdir á Moodle.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali