6511.22 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II


Skeiðsnummar
6511.22
Heiti
Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II
ECTS
15
Fortreytir
Fyrra skeiðið skal vera staðið, fyri at sleppa upp í próvtøku tað seinna skeiðið.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at tey lesandi ogna sær vitan um tað virkna barnið í skiftinum frá dagstovni til skúla og frítíðarskúla. Tey nema sær kunnleika um hvat eyðkennir virksemi í skiftinum og í móttøkuni av børnunum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla, í einum fjøltáttaðum og skapandi námsfrøðiligum virksemi.
Innihald
· Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir · Skapandi námsfrøðilig heimspeki · Tað virkna barnið. · Didaktikkur í barnagarði og skúla · Lærutilgongdir og faklig leiðsla · Málmenning · Søguforteljing · Støddfrøðilig grundfatan · Náttúruvísindi í barnahædd · Kroppur og rørsla · Fakini í innskúlingini · Ymiskleikin millum børn – menning tillaga einstaka barninum · Skapanarevni og estetiskar lærutilgongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur. verkætlanararbeiðið, verkstaðararbeiðið, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, portfolio, starvsvenjingar/ starvsvitjanir. Einsæris uppgávur, bólka uppgávur og skriving av logbók, skal latast inn til ásetta tíð á teirra online portfolio. Lesandi lesa tilnevnt tilfarð og bókmentir eins og annað tilfarð og bókmentir lesandi finna sjálvi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: · Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini. · Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skúlabúgvingina og innskúlingina í mun til tað virkna barnið. · Greina tað námsfrøðiliga virksemi við støði í einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi. · Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta didaktiskar og estetiskar lærutilgongdir við støði í fakligheit, hugflogið, kreativitetið og innovatión. · Samantvinna og greina ástøði við praksis.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen