6511.23 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II


Skeiðsnummar
6511.23
Heiti
Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla II
ECTS
15
Fortreytir
Fyrra skeiðið skal vera staðið, fyri at sleppa upp í próvtøku tað seinna skeiðið.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi nema sær fjøltáttaðan kunnleika um hvat ið eyðkennir virksemi í móttøkuni av børnunum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla við støði í ástøði og námsfrøðiligum virki. Eisini læra lesandi at virka í skúlabúgvingini, innskúlingini og frítíðarskúlavirkseminum.
Innihald
· Námsætlanir og didaktiskar tilgongdir · Skúlabyrjan og lærugreinar í innskúlingini · Lærutilgongdir og faklig leiðsla · Skúlabúgvin børn og barnabúnir skúlar · Ymisleikin millum børn – læra og menning tillaga einstaka barninum · Tað virkna barnið · Málmenning · Náttúruvísindi í barnahædd · Støddfrøðilig grundfatan · Frítíðarskúla virksemi · Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, einstaklinga- og luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur, verkstaðsarbeiði. Vitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar og eftirmetingar. Starvslæra við málsetningi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: · Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir innskúlingina og frítíðarskúla virksemi. · Lýsa og kjaka um námsfrøðiligu ábyrgdirnar í skiftinum, innskúlingini og frítíðarskúla virksemi útfrá einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi. · Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í innskúlingini og frítíðarskúla. · Samantvinna og reflektera um grundleggjandi ástøði um spæl, læru og menning við atliti til skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðaskúla í einum fakligum kjaki. · Didaktiskt fyrireika, gjøgnumføra, eftirmeta og hugleiða um námsfrøðiligt virki og soleiðis samantvinna og greina ástøði og fakligheit við praksis.
Próvtøkuháttur
Verkætlan og munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen