6515.22 - Kreativ námsfrøði II


Skeiðsnummar
6515.22
Heiti
Kreativ námsfrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Hava staðið Kreativ námsfrøði, modul I
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi, við grundarlagi í ástøðiligari vitan og grundgevingum, skulu royna í verki, at meta um, fyrireika, seta í verk og eftirmeta málrættað kreativt virksemi fyri útvaldan málbólk á námsfrøðiliga økinum
Innihald
• Framhald av ástøði innan kreativt virksemi, við atliti til ítøkiligt virksemi • Ítøkiligt kreativt virksemi rættað móti útvaldum málbólki • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta kreativa verkætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, starvslæra, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina ástøði í mun til námsfrøðiliga økið • Nýta ástøði til tess at fyrireika og grundgeva fyri virksemi. • Seta í verk skapandi arbeiði, sum byggir á námsfrøðiligu stevnumiðini / námsætlan fyri dagstovnaøkið. • Greina og samskifta um, hvussu ítøkiligt kreativt virksemi roynist, við støði í verkætlan. • Arbeiða burðardygt í samband við kreativt, námsfrøðiligt virksemi.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali