6516.22 - Dagstovnanámsfrøði I


Skeiðsnummar
6516.22
Heiti
Dagstovnanámsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði á dagstovnaøkinum á vøggustovu og barnagarði. Tey lesandi skulu eisini læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðnum innan økið, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi, spælandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið og barnabólkin
Innihald
• Lógarkarmar • Barndómur, barnaáskoðan og mentan • Menning hjá vøggustovubørnum og barnagarðasbørnum • Virksemi í vøggustovum og barnagarðsstovum • Foreldrasamstarv • Relatiónir og empati • Myndan • Sosialisering • Didaktikkur • Trivnaður og inklusión • Spæl og læring • Lærings- og spæliumhvørvi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa og meta um hvat eyðkennir vøggustovu og barnagarðsstovu - økið sum virkisøkið við støði í dagliga arbeiðinum og lógargrundarlagnum innan økið. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi fyri virksemi á dagstovnum. • Greina og tulka, hvussu børn verða myndaði, mentaði og sosialiseraði á dagstovnum. • Skifta orð og meta um hvørja ávirkan hugburðurin og leiklututrn hjá námsfrøðinginum kann hava á menningina hjá barninum. • Meta um námsfrøðiligt virksemi við støði í didaktiskum hugtøkum og ástøðum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistan verður tøkur á Moodle, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sonja Olsen