6517.22 - Dagstovnanámsfrøði II


Skeiðsnummar
6517.22
Heiti
Dagstovnanámsfrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag fyri hvussu børn og ung trívast og eru virkin á dagstovnum, í skúla- og frítíðarskúla, eins og í ungdómsarbeiði, og hvønn leiklut hevur námsfrøðingurin á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika og royndir í at arbeiða við felagsskapinum hjá børnum og ungum.
Innihald
• Frítíðar - og frítíðararskúlanámsfrøði • Skúlanámsfrøði og ungdómsarbeiði • Samleikagerð - Kyn • Líkarættur og luttøka • Felagsskapir - vinaløg og relatiónir • Talgyld myndan • Rørsla, kreativitetur og frítíð • Burðardyggleiki í námsfrøðiligum arbeiði • Tilrættisleggjan, praksis og eftirmeting.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan, starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Greina og greiða frá hvussu børn og ung trívast, eru virkin og luttakandi á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum og ungdómshúsum • Greina og tulka hvussu børn og ung virka í teirra felagsskapi við atliti til vinaløg og relatiónir. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi í mun til kyn, javnvirði og líkarætti. • Kritiskt lýsa og meta um leiklutin hjá námsfrøðinginum innan omanfyrinevndu øki. • Fyrireika, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi á dagstovna- skúla- frítíðarskúla økinum eins og í ungdómsarbeiði.
Próvtøkuháttur
Verkætlan og munnlig framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistan verður tøkur á Moodle, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sonja Olsen