6518.21 - Námsfrøðilig leiðsla I


Skeiðsnummar
6518.21
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum, er at geva tí lesandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virksemi sum umfatar økið námsfrøðilig leiðslu í dagstovnahøpið. Harafturat skal tann lesandi ogna sær kunnleika í hvussu leiðsla og leiðsluidentitetur kunna ávirka námsfrøðiliga arbeiði gjøgnum kommunikatión, handling og refleksión.
Innihald
• Námsfrøðilig leiðsla • Leiðsla av verkætlanum • Toymisleiðsla • Pedagogisk refleksión • Dannelse - At uppala er at Menta • Kommunikatión sum grundarlag fyri samstarvið • leiðsluidentitetur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólka – arbeiði/uppgávur, einsæris uppgávur, framløgur, uttanhýsisvitjanir, vegleiðingar og eftirmetingar. Hvørjar tilgongir verða nýttar, er tengt at hvat undirvíst verður í.
Læruúrtøka
• Lýsa aðaltættirnir í námsfrøðiligari leiðslu við støði í teorium og hugtøkum umframt lógargrundarlagnum á dagstovnaøkinum. • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði um toymisleiðslu, læringsleiðslu, við høvðusdenti á námsfrøðiligar arbeiðstilgongdir • Skula greina námsfrøðilig hugtøk og leiðslu ábyrgdir í praksis, við grundarlagi í námsfrøðiligu stevnumiðunum, fyri at kunna seta námsfrøðiligt menningar arbeiði í miðdepilin • Greina hvussu kommunikatión, hugburður og pedagogiskir leiðsluhættir ávirka menningarmøguleikar og lærumøguleikar hjá børnum. • vísa hvussu kommunikatións hættir ávirka mentanir og tað neyðuga samstarvið sum skal til, tá námsfrøðilig leiðsluátøk skula fremjast
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein spurdómsspurd skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður partvíst útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Tóra Højgaard Joensen