6519.21 - Námsfrøðilig leiðsla II


Skeiðsnummar
6519.21
Heiti
Námsfrøðilig leiðsla II
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið "Námsfrøðilig leiðsla I"
Endamál
Endamálið á hesum skeiðnum er at lesandi ogna sær vitan um námsfrøðiligar leiðsluuppgávur, sum eru til gagns fyri læru og menningarmøguleikarnar hjá børnum, umframt øðrum starvsfólkabólkum á námsfrøðiliga økinum. Hetta við atliti at fáa innlit í avmarkingar, væntanir og fortreytir í arbeiðinum við námsfrøðiligari leiðslu.
Innihald
• Starvsfólkaleiðsla • Viðurkennandi og Narrativ leiðsla • Feltarbeiði og obesrvatión • Vegleiðing og kollegial supervisión • Eftirmetan og afturboðan • Samstarv • Námsfrøðilig leiðsla
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði/-uppgávur, einsæris uppgávur, framløgur, uttanhýsisvitjanir, vegleiðingar og eftirmetingar. Hvørjar tilgondgir verða nýttar, er tengt at hvat undirvíst verður í.
Læruúrtøka
• Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði um starvsfólka-, narrativa- og viðurkennandi leiðslu við høvðusdenti á námsfrøðiligar arbeiðstilgongdir. • Greiða frá og greina leiðslukunnleika og gransking út frá einum námsfrøðiligum sjónarmiði. • Leggja til rættis, fremja og eftirmeta feltarbeiði og eftirfylgjandi greina tað. • Lýsa aðaltættir í ástøðini um menningarmøguleikar hjá ymiskum starvsfólkabólkum á námsfrøðiliga økinum. • Greina námsfrøðiligar leiðslumøguleikar í granskingargrundaðum reiðskapum, sum námsfrøðiligari vegleiðing, kollegialari supervisión og námsfrøðiligari eftirmeting.
Próvtøkuháttur
Endaliga próvtøkan er ein spurdómsspurd skrivlig uppgáva við fylgjandi munnligari eksaminatión
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður partvíst útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Tóra Højgaard Joensen