6734.22 - Sernámsfrøði I


Skeiðsnummar
6734.22
Heiti
Sernámsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðiligt virksemi. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin • Bólkasálarfrøði • Menningarsálarfrøði • Mentalisering • Tilknýtisástøði • Skipanarástøði (systemteori) • Affektir • Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiði, PBL-arbeiði, einstaklingaarbeiði, framløgur, case-viðgerðir, venjingar, sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi duga at: • greiða frá og viðgera grundleggjandi ástøði í sernámsfrøðiligum viðurskiftum • vísa á, hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og samstarv hava í sernámsfrøðiligum arbeiði og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum • greina týdningin av tilknýti, menning, trivnaði og samskifti hjá einstaklinginum og bólkinum í sernámsfrøðiligum høpi • vísa innlit í, hvørji viðurskifti námsfrøðingurin skal vera tilvitaður um og hava vitan um í hesum samanhangi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák