6941.22 - Heilsa, Kroppur og Rørsla ll


Skeiðsnummar
6941.22
Heiti
Heilsa, Kroppur og Rørsla ll
ECTS
15
Fortreytir
Staðið/Luttikið á skeiðnum Heilsa, kroppur og rørsla l
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í námsfrøðiligum- og didaktiskum ástøði, megnar at leggja eina námsætlan til rættis og nýta ætlanina í dagliga virkseminum á stovnsøkinum. Dentur verður lagdur á heilsu í mun til kost og sosiala menning, umframt sambandi millum tað kropsliga, sálarliga og sosiala við útgangsstøði í heilsu og rørslu í nærumhvørvinum, í vatni og á stovnsøkinum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Grundleggjandi ástøði innan kropslæru og rørsluførleikar • Grundleggjandi vitan um heilsu og kost • Tvær vikur starvslæra. • At leggja eina námsætlan til rættis, nýta- og eftirmeta hana í mun til starvslæruna. • Grunnleggjandi ástøði um sosial menning og samstarv. • Svimjilæra (Vatnaktivitetir) – trygleiki og rørsla í vatni. Trygd, lívbjarging og fyrstuhjálp.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er uppbygd av fyrilestrum, gesta fyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði, bólka- og einsæris uppgávum, framvísingar og starvslæru. Harafturat eru verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá og greina námsætlanir um rørslu á stovnsøkinum. • Leggja eina rørslu- og menningarætlan til rættis fyri dagligt virksemi á einum stovni. • Greiða frá grundleggjandi kropslæru og rørslumenning. • Greina og greiða frá kostráðunum. • Hugleiða, kjakast og eftirmeta námsfrøðiligu menningartilgongdir innan ‘Heilsu, kroppi og rørslu’.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnligari próvtøku
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Bára Berghamar Danielsen