7118.16 - Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7118.16
Heiti
Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er býtt í fýra: 1. Samleiki: tann lesandi skal fáa innlit í týdningin, sum góð máltøka og góður málførleiki hevur fyri samleikamenning, og at føroyskt mál er við til at seta orð á teg sjálva/n sum einstakling, sum part av sosialum felagsskapi, sum føroying og altjóðaborgara 2. Mentan: tann lesandi skal ogna sær kunnleika um, at mentanin er við til at skapa einstaklingin sum persón í sosialum felagsskapi 3. Vitan: tann lesandi skal gerast tilvitaður um, at frásøgu- og samskiftishegnið er grundarlag undir allari menningar- og vitanartilognan 4. Samskifti: tann lesandi skal munnliga og skrivliga kunna samskifta neyvt og fakliga, í uppalingarstøðum og sum einstaklingur í øllum samskiftisstøðum
Innihald
Skeiðið skal geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning og samleika einstaklingsins. Tann lesandi skal læra at skriva tekst, har hann bæði er tilvitaður um tekstaslag, staklutir í teksti og móttakara. Somuleiðis skal hann/hon læra at bera tekst fram munnliga og vera tilvitað/ur, hvat skapar ta góðu samrøðuna og ta góðu frásøguna. Skeiðið skal eisini leggja grundarlag undir akademiska skriving.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal verða førur fyri at orðseta tey fakligu uppalingar- og samskiftismálini, sum børn, ung og fólk við serligum avbjóðingum hava tørv á í persónligari og samfelagsligari menning. Tann lesandi skal gerast tilvitaður um málið sum samskiftisamboð, og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Tann lesandi skal verða førur fyri, bæði skrivliga og munnliga, at samskifta greitt og neyvt í viðkomandi sjangrum og gerast tilvitaður um, hvat týdning listfrøði, mál og mentan hava fyri samleikamenning einstaklingsins.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einari skrivligari próvtøku í 6 tímar, ið fevnir um pensum, har tann lesandi vísir sín málsliga og fakliga førleika. Eitt samanlagt próvtal verður givið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
- verður útflýggjaður, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen