7119.20 - Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7119.20
Heiti
Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning hins einstaka sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.
Innihald
• Hvat er mál • Literasi, máltilognan og málmenning • Vitan og orðatilfeingi • Sambandið ímillum mál og samleika • Málnýtsla og samleiki • Tvímæli • Læring í familjuni • Narrativitetur • Samskifti (munnliga og skrivliga) lagað til støðu og umstøður • Gott og/ella vánaligt mál • Ástøði og gerandisdagurin • Akademiskt skrivingarlag • Mállæra, skriving og rættskriving
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at : • greiða frá grundleggjandi ástøðum um mál sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarbera og tvinna hesi ástøðini saman við námsfrøðiligum virksemi • vísa hóskandi mál- og samskiftisførleikar í ymsum sjangrum og høpum • greiða frá, hvat eyðkennir list- og frásagnarfrøði og seta tað saman við mentan og samleikamenning hins einstaka
Próvtøkuháttur
48-tíma próvtøkuuppgáva at leggja fram munnliga tvey og tvey. Treytin fyri at standa skeiðið, er, at tann lesandi hevur fingið góðkent skrivliga uppritið í rættskriving og teknseting.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen