7132.16 - Námsfrøðilig sálarfrøði fyri námsfrøðingar


Skeiðsnummar
7132.16
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði fyri námsfrøðingar
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at takað skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru viðkomandi í arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskum málbólkum, t.d. børn, ung og vaksin. Tey fáaholla vitan um, hvat eyðkennir menning og læring hjá menniskjum og læra at kjakast við støði í ymiskum sálarfrøðiligum ástøði um, hvussu menniskju kunnu stimbrast, motiverast og mennast.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi. • Læring og menning sum hugtøk. • Søguliga gongdin í sálarfrøðiligu námsfrøðina. Hvat eyðkennir námsføðiligu sálarfrøðina upp gjøgnum tíðirnar? • Menniskjafatanir sum eru tengdar at teimum ymisku ástøðiligu siðvenjunum. • Etikkur sum grundarsteinur í námsfrøðiligari sálarfrøði. • Diskursir og sannleikar gjøgnum tíðirnar. • Kyn sum dømi um ein serligan diskurs. • Hvussu kann ein ávísur diskursur ávirka tað námsfrøðiliga arbeiði, og hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri menniskja, ið arbeitt verður við?
Læru- og undirvísingarhættir
• Fyrilestrar • Arbeiða við casum • Bólkaarbeiði • Sjálvstøðugar uppgávur • Vitanarbýti gjøgnum skriftligar og munnligar framløgur
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Seta orð á hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein og hvørji háttaløg, ið eru í námsfrøðiligum arbeiði. • Geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini læring, menning og sosialisering verða allýst og avmarkað. • Greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum hoyra til arbeiði hjá námsfrøðingum. • Greiða frá hvørjar menniskjaáskoðanir liggja til grunds fyri ástøðinum. Seta seg inn í umstøðum hjá menniskjum í ymiskum kontekstum, lívsumstøðum og diskursum. Fáa innlit í mentanir og verumátar hjá menniskjum og harvið sum námsfrøðingur skapa eitt betri samskifti við menniskju, sum tey arbeiða við. • Lýsa og meta um interventiónir fyri menniskju í námsfrøðiligum høpi og um hvønn leiklut, tey sum námsfrøðingar hava í hesum sambandi.
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skal tann lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsis. Próvtøkusynopsan verður skrivað í lærugreinini námsfrøðilig sálarfrøði og skal varpa ljós á tær læruúrtøkur, ið eru orðaðar í hesum skjali. Próvtøkusynopsan kann skrivast og verjast í bólki. • Ein lesandi 5 blaðsíður • Tvey lesandi 7 blaðsíður • Trý lesandi 9 blaðsíður Próvtøkusynopsan skal verjast munnliga. Endurpróvtøka verður gjørd tilsvarandi. Í samband við endurpróvtøku hevur tann lesandi rætt til tvær munnligar vegleiðingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
- verður útflýggjaður, tá skeiðið byrjar