7152.20 - Námsfrøði og didaktikkur II – verkligt
Skeiðsnummar
7152.20
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur II – verkligt
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í og gerast tilvitaði um almenn didaktisk evni, sum kunnu knýtast at dagliga arbeiðnum í vøggustovu, dagstovni, frítíðarskúla og ungdómshúsi.
Dentur verður lagdur á, at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini.
Innihald
Starvslæran er størsti partur av skeiðnum Námsfrøði og didaktikkur II. Tí er undirvísingin í høvðusheitum, fyrireiking til starvslæruna. Undirvísingin fer at viðgera krøvini til starvslæruna og krøvini til tann lesandi í starvslæruni. Skeiðið fevnir um hesi evnisøki:
• Almenn didaktikk
• Námsætlanir
• Námsfrøðilig stevnumið
Starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, smærri og størri skrivivenjingar.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at:
• leggja eina ætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan.
• Greiða frá og meta um hvussu ein ítøkilig tilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan.
• nýta didaktikk og ástøði sum arbeiðsamboð í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina uppgávu, ið skal verjast munnliga.
Nærri kunning í serstøkum skjali.
Tey, ið ikki standa próvtøkuuppgávuna, skulu lata eina nýggja, ella betraða uppgávu inn.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð