7197.21 - Serøkið II - verkligur partur


Skeiðsnummar
7197.21
Heiti
Serøkið II - verkligur partur
ECTS
15
Fortreytir
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis.
Endamál
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis.
Innihald
• Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einstaka menniskjanum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Bólka/einsæris uppgávur, logbók, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga økið. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og tey menniskju hon/hann varar av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Próvtøkuháttur
Spurdomsstýrd skrivlig uppgáva. Nærri kunning i serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sami lestrarlisti sum Serøkið I
Ábyrgd
Bjørt Lind