7496.21 - Heilsa, kroppur og rørsla I


Skeiðsnummar
7496.21
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í námsfrøðiligum- og didaktiskum ástøði og kropslæru nemur sær innlit í rørslu og spæl á námsfrøðiliga økinum og megnar at skipa og tillaga ein aktivitet. Hetta fyri at stimbra rørsluførleika og rørslumenningina hjá smábørnum, børnum og ungum í nærumhvørvinum, í vatni og á stovnsøkinum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Grundleggjandi vitan um motorisku- og sansamenningina hjá børnum. • Grundleggjandi námsfrøðiligar og didaktiskar meginreglur og leistar • Spælihjólið. Tillaga og menna virksemi og rørslur til málbólkin smábørn, børn og ung og teirra førleikar og menning. • Rørslumøguleikar í mun til rúm (økið/stað). Hvar, nær og hvussu. • Svimjilæra – tryggleiki og rørsla í vatni. Trygd og fyrstahjálp í samband við svimjing.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er uppbygd av fyrilestrum, gestafyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði, bólka- og einsæris uppgávum, framvísingum og starvslæru. Harafturat eru verkligar íðkanir m.a. luttøkuskyldu til svimjing.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá og greina grundleggjandi kropslæru og rørslumenning. • Greiða frá og greina hugtøk innan námsfrøði- og spæliástøði. • Skipa og tillaga rørsluaktivitetir, sum stimbra og menna sansa- og motorisku menningina (grov- og fínmotorikk) við støði í didaktiskum og námsfrøðiligum meginreglum og leistum. • Lýsa, hvussu ymisk rúm (økið/støð (fjøra, bøur, hallir, stovnar, spælipláss, útiøkir o.s.fr.) kunnu nýtast til rørslumenning og spælimøguleikar. • Hugleiða, kjakast, eftirmeta námsfrøðiligar menningartilgongdir innan "Heilsu, kroppur og rørsla".
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði ástøðilig og munnlig: 1) Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu einæris ella í bólki. Tó í mesta lagi trý í hvørjum bólki. 2) Munnlig próvtøka, sum tekur støði í skrivaðu uppgávuni. Nærri kunning um próvtøkuna sæst í serstakum skjali. Endurpróvtøkan er ein skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvðusbókmentir: • Bjarnhof Storm, Pernille: Sundhed, krop og bevægelse for pædagoger, 1.útg, 1uppl. 2007, Frydenlund. • Hovgaard: Aktivtetsudvikling i idræt – innovation i praksis. 1.útg., 2017, Samfundslitteratur. • Rønholt og Peitersen: Idrætsundervisning. En grundbog i idrætsdidaktik. 2. Útg. 6. Uppl., 2017, Institut for Idræt og Ernæring, Københavns Universitet. • Andersen og Brøndsted: Leg så benene vokser. Lærebog for vuggestuebørn. 1. Útg. 1.uppl., 2011,Dafolo Forlag og forfatterne. • Andersen og Brøndsted: Leg så hjernerne banker. Legebog for børnehavebørn. 1.útg. 3.uppl., 2011, Dafolo Forlag og forfatterne. • Moderne Svømning, Dansk Svømmeunion, 6. útg. 1. uppl. 2001 • Moderne Svømning, Dansk Svømmeunion, Ebók.
Ábyrgd
Bára Berghamar Danielsen