7497.21 - Heilsa, kroppur og rørsla II


Skeiðsnummar
7497.21
Heiti
Heilsa, kroppur og rørsla II
ECTS
15
Fortreytir
Staðið/luttikið á skeiðnum Heilsa, kroppur og rørsla l
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í námsfrøðiligum- og didaktiskum ástøði skipar eina námsætlan, ið verður nýtt í dagliga virkseminum á stovnsøkinum. Dentur verður lagdur á heilsu í samband við kost og sosiala menning, umframt sambandið ímillum tað kropsliga, sálarliga og sosiala við útgangsstøði í heilsu og rørslu í nærumhvørvinum, í vatni og á stovnsøkinum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: • Grundleggjandi ástøði innan kropslæru og rørsluførleikar • Grunnleggjandi ástøði um sosialmenning og samstarv. • Grundleggjandi vitan um heilsu og kost • At leggja eina menningarætlan til rættis, fremja og eftirmeta hana. • Tvær vikur starvslæra. • Svimjilæra – svimjihættirnar: bringa, crawl, rygcrawl, butterfly, lop av vippu og at svimja 1000m innan 30min. • Lívbjarging við fyrstuhjálp, • Svimjilæra við børnum – tryggleiki og rørsla í vatni
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er uppbygd av fyrilestrum, gestafyrilestrum, kjaki, bólkaarbeiði, bólka- og einsæris uppgávum, framvísingum og starvslæru. Harafturat eru verkligar íðkanir m.a. luttøkuskyldu til svimjing.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi megna at: • Greina námsætlanir um rørslu á stovnsøkinum. • Greiða frá og greina grundleggjandi kropslæru og rørslumenning. • Greina og greiða frá kostráðunum. • Greina og nýta ástøði um samstarv og sosiala menning. • Skipa, fremja og eftirmeta eina rørslu- og menningarætlan fyri dagligt virksemi á einum stovni. • Duga svimjihættinar: bringu, crawl, rygcrawl, butterfly, lop av vippu og at svimja 1000 m innan 30min. Harumframt svimjilæru, lívbjarging við fyrstuhjálp.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði ástøðilig og verklig: 1) Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu einæris ella í bólki. Tó í mesta lagi trý í hvørjum bólki. 2) Verkligt. Tey lesandi skulu royna brot úr uppgávuni í verki fyri sínum floksfeløgum. Nærri kunning um próvtøkuna sæst í serstakum skjali. Endurpróvtøkan er skrivlig umframt ein skrivlig uppgáva, sum hugleiðir um verkliga partin frá fyrru royndini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvðusbókmenir: • Bjarnhof Storm, Pernille: Sundhed, krop og bevægelse for pædagoger, 1.útg, 1uppl. 2007, Frydenlund. • Andersen og Brøndsted: Leg så benene vokser. Lærebog for vuggestuebørn. 1. Útg. 1.uppl., 2011, Dafolo Forlag og forfatterne. • Andersen og Brøndsted: Leg så hjernerne banker. Legebog for børnehavebørn. 1.útg. 3.uppl., 2011, Dafolo Forlag og forfatterne. • Hovgaard: Aktivtetsudvikling i idræt – innovation i praksis. 1.útg., 2017, Samfundslitteratur. • Moderne Svømning, Dansk Svømmeunion, 6. útg. 1. uppl. 2001 • Moderne Svømning, Dansk Svømmeunion, Ebók. • Harumframt eru framløgur, brot úr bókum, greinar, video, podcast v.m.
Ábyrgd
Bára Berghamar Danielsen