7695.21 - Skúlabúgving/Innskúling


Skeiðsnummar
7695.21
Heiti
Skúlabúgving/Innskúling
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virksemi í skúlabúgvingini og í skiftinum frá barnagarð í skúla. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum. Harafturat skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og í innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin og námsfrøðilig stevnumið • Skiftið millum dagstovn og skúla/frítíðarskúla • Skiftisnámsfrøði - brúgvabygging og skiftislutir • Skúlabyrjan • Læring og menning • Sosialisering • Spæl og læring • Læruumhvørvið • Frítíðarskúlavirksemi • Tvørprofessionelt samstarv millum námsfrøðingar og lærarar. • Ábyrgdin hjá námsfrøðingum innan skúlabúgving og innskúling
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólka - arbeiði/uppgávur, einsæris uppgávur, skriving av logbók, framløgur, uttanhýsisvitjanir, vegleiðingar, og eftirmetingar. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, eru tengdar at, hvat undirvíst verður í. 
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði um læru og menning við atlit til skúlabúgving og skiftið frá dagstovni í skúla. • Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til ymisk skiftið tey fara ígjógnum og við høvuðsdenti á skifti frá dagstovni og í skúlanum. • Kunna greina tvørprofessionelt samstarv, hvussu hugburður, arbeiðshættir og ábyrgdir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/lærarinum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum • Skulu kunna samantvinna og reflektera um námsfrøðiligu evnini og ábyrgdirnar í praksis, við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein long skrivlig uppgáva, sum tit skriva einsæris. Nærri kunning um próvtøkuuppgávuna í serstakum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen