7696.21 - Tað virkna barnið í skiftinum


Skeiðsnummar
7696.21
Heiti
Tað virkna barnið í skiftinum
ECTS
15
Fortreytir
Fyrra skeiðið skal vera staðið, fyri at sleppa til próvtøku í seinna skeiðnum.
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um tað virkna barnið í skúlabúgvingini og í innskúlingini. Tey skula nema sær kunnleika um móttøkuna av og virkseminum við børnunum frá skúlabúgvingini í innskúlingina, og tilogna sær vitan um, hvat ið eyðkennir hetta virksemið. Harumframt skula tey fáa innlit í ymsileikan millum børn og um tað einstaka barnið í einum fjøltáttaðum og kreativum námsfrøðiligum virksemi.
Innihald
• Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði og skúla • Málmenning • Søguforteljing • Støddfrøðilig grundfatan • Kroppur og rørsla • Fakini í innskúlingini • Ymiskleikin millum børn - næmingatillagað undirvísing • Tað virkna barnið. Kreativitetur og estetiskar lærutilgongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiðið, verkstaðararbeiðið, bólkaarbeiðið, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, portfolio, starvsvenjingar/ starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini. • Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skúlabúgvingina og innskúlingina í mun til tað virkna barnið. • Greina tað námsfrøðiliga virksemi við støði í einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta didaktiskar og estetiskar lærutilgongdir við støði í fakligheit, hugflogið, kreativitetið og innovatión. Samantvinna og greina ástøði við praksis.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið verður próvtøkan tvídeild: Í fyrsta partinum skula tey lesandi arbeiða við einum prosjekti, har dentur verður lagdur á námsfrøðiligu kreativu tilgongdina í arbeiðnum við børnum. Hetta skal roynast í praksis við børnum og skal standast fyri at sleppa til munnligu próvtøkuna. Annar partur er ein munnlig framløga, sum tekur støði í einum portfolio, sum tann lesandi arbeiðir við gjøgnum praksis vikurnar. Portfolio skal innihalda skjalfesting av arbeiðstilgongdini, har dentur verður lagdur á avgerðir í samband við produktið, framferðarhættir, teknikkir, ástøði, hugsanir og refleksjónir. Portfolio skal vera ein bók, men tað er frítt fyri, hvussu portfolio annars verður sett upp og gjørt. Endaligt verður givið eitt próvtal fyri báðar partarnar í próvtøkuni. Nærri kunning um próvtøkuna fáa tit seinni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen