6510.22 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I


Skeiðsnummar
6510.22
Heiti
Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virksemi í skúlabúgvingini og í skiftinum frá barnagarð í skúla eins og frítíðarskúlavirksemi. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin og námsfrøðilig stevnumið • Skiftið millum dagstovn og skúla/frítíðarskúla • Skiftisnámsfrøði - brúgvabygging og skiftislutir • Foreldrasamstarv • Skúlabyrjan • Læring og menning • Sosialisering og trivnaður • Spæl og læring • Læruumhvørvið • Frítíðarskúlavirksemi • Tvørprofessionelt samstarv millum námsfrøðingar og lærarar. • Ábyrgdin hjá námsfrøðingum innan skúlabúgving og innskúling
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur. Uttanhýsisvitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar, og eftirmetingar. Lesandi lesa tilnevnt tilfarð og bókmentir eins og annað tilfarð og bókmentir lesandi finna sjálvi. Einsæris uppgávur, bólka uppgávur og skriving av logbók, skal latast inn til ásetta tíð á teirra online portfolio.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði um læru og menning við atlit til skúlabúgving og skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðaskúla í einum fakligum kjaki. • Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til ymisk skiftið tey fara ígjøgnum og við høvuðsdenti á skifti frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla. • Megna at innganga í og skipa fyri samstarvsgongdum við onnur og kunna greina tvørprofessionelt samstarv, hvussu hugburður, arbeiðshættir og ábyrgdir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/lærarinum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum • Skulu kunna samantvinna og reflektera um námsfrøðiligu evnini og ábyrgdirnar í praksis, við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen