6510.23 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I


Skeiðsnummar
6510.23
Heiti
Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virkseminum í skiftinum frá barnagarð í skúla og frítíðarskúla. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin og námsfrøðilig stevnumið • Skiftið millum dagstovn og skúla/frítíðarskúla • Skiftisnámsfrøði - brúgvabygging og skiftislutir • Søguforteljing • Skapandi námsfrøðilig heimspeki • Estetiskar lærutilgongdir og spæl • Myndan og menning • Sosialisering og trivnaður • Spæl og læring • Læru- og spæliumhvørvið • Samstarv og samstarvshættir. • Foreldrasamstarv • Ábyrgdin hjá námsfrøðingum innan skúlabúgving og innskúling
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, einstaklinga- og luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur, verkstaðar arbeiði. Vitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar, og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til ymisk skiftið tey fara ígjøgnum og við høvuðsdenti á skifti frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla. • Innganga í og skipa fyri samstarvsgongdum við onnur og kunna greina ymiskar samstarvshættir, hvussu hugburður, arbeiðshættir og ábyrgdir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta skiftisnámsfrøðiligar lærutilgongdir við støði í yrkisføri, spæli, estetikki, skapanarevnum og innovatión. · Samantvinna og reflektera um námsfrøðiligu evnini og ábyrgdirnar í praksis, við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen