6512.22 - Náttúra og børn I


Skeiðsnummar
6512.22
Heiti
Náttúra og børn I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi tilogna sær viðkomandi fakligan, didaktiskan og ástøðiligan kunnleika sum grundarlag fyri uttandura námsfrøðiligum tilgongdum við støði í føroyska samfelagnum, og hettar í einum relatiónsvirksemi innan námsfrøðiliga økið.
Innihald
Fjølbroyttar tilgongdir til náttúru og børn sum námsfrøðilig lærugrein innan: • Náttúruáskoðan • Uttandura samlag • Náttúra og mentanarligt virksemi • Hugsavnan og bindindi • Relatiónsvirksemi • Burðardyggleiki og umhvørvið • Skapandi uttandura námsfrøði • Vísindi sum námsfrøðiligt uttandura virksemi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar, sjálvstøðugar uppgávur, einstaklings- og bólkaframløgur ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Stíga fram og halda styttri framløgur um úrvald týðandi uttandura námsfrøðilig tema. Umframt tað, vera tað smærri venjingar og uppgávur. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði við atliti til uttandura virksemi. • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir náttúru og børn við støði í galdandi lógum á økinum. • Fyrihalda seg kritiskt og tulkandi innan frálæruhættir við uttandura relatiónsvirksemi ið stuðlar uppundir hugsavnan og forvitni. • Ogna sær vitan innan náttúruvísind sum námsfrøðiligt virksemi • Greina uttandura námsfrøðiligt virksemi eftir einum ástøðiligum grundarlagi ið setur læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Ketty Fríða á Fríðriksmørk