6513.22 - Náttúra og børn II


Skeiðsnummar
6513.22
Heiti
Náttúra og børn II
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er at lesandi hava luttikið á Náttúru og børn I
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi arbeiða víðari við evnunum í náttúru og børn - skeið I, har tey serliga hugsavna seg um ástøði og námsfrøðiligt virksemi í mun til relatións- og virknistilgongdir. Tey lesandi fara eisini at fyrireika, seta ígongd og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi, ið tekur støðið í nærumhvørvinum hjá barninum.
Innihald
Fjølbroyttar tilgongdir til náttúru og børn sum námsfrøðilig lærugrein innan: • Relatións- og uttandura virknisnámsfrøði. • Ùtilív, læring og menning • Uppmerksemi hjá børnum og leikluturin hjá námsfrøðinginum. • Didaktiskt uttandura námsfrøði, at fyrireika, seta igongd og eftirmeta virksemið. • Náttúruvísind sum didaktiskt virksemi í verki. • Kveikjandi virksemis fyrigbrigdi í nærumhvørvinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar, sjálvstøðugar uppgávur, einstaklings- og bólkaframløgur ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Stíga fram og halda styttri framløgur um úrvald týðandi uttandura námsfrøðilig tema. Umframt smærri venjingar og uppgávur. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • Greiða frá og greina, hvat eyðkennir ástøði um námsfrøðiligt og didaktiskt uttandura relatiónsvirksemi. • Knýta ástøði við virksemis lærutilgongdir til uttandura námsfrøði. • Vísa, hvussu náttúruvísindi kunnu brúkast í námsfrøðiligum virksemi. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska uttandura lærutilgongd í nærumhvørvinum við atlit til læring og menning. • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir náttúru og børn við støði í galdandi lógum á økinum.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnligari próvtøku
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ketty Fríða á Fríðriksmørk