6514.22 - Kreativ námsfrøði I


Skeiðsnummar
6514.22
Heiti
Kreativ námsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan og førleikar innan kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um meistaralæru, storyline, estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet, narrativitet, og samspælið í sosialum umhvørvi • Storyline verkætlan • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Kreativir arbeiðshættir • Ítøkiligt kreativt virksemi • Place-based learning
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline. • Duga at skilja ímillum og brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið. • greina og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum. • Taka støðu til burðardygd í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði, harundir place-based learning.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali