6734.22 - Sernámsfrøði I
Skeiðsnummar
6734.22
Heiti
Sernámsfrøði I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðiligt virksemi. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin
• Bólkasálarfrøði
• Menningarsálarfrøði
• Mentalisering
• Tilknýtisástøði
• Skipanarástøði (systemteori)
• Affektir
• Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiði, PBL-arbeiði, einstaklingaarbeiði, framløgur, case-viðgerðir, venjingar, sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi duga at:
• greiða frá og viðgera grundleggjandi ástøði í sernámsfrøðiligum viðurskiftum
• vísa á, hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og samstarv hava í sernámsfrøðiligum arbeiði og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum
• greina týdningin av tilknýti, menning, trivnaði og samskifti hjá einstaklinginum og bólkinum í sernámsfrøðiligum høpi
• vísa innlit í, hvørji viðurskifti námsfrøðingurin skal vera tilvitaður um og hava vitan um í hesum samanhangi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák