6735.22 - Sernámsfrøði II


Skeiðsnummar
6735.22
Heiti
Sernámsfrøði II
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik, serliga í stovnshøpi, har børn og ung eru. Harumframt læra at meta um tørvin í hesum sambandinum hjá bæði einstaklinginum, bólkinum og avvarðandi og seta seg inn í praksismøguleikar og samstarvs- og arbeiðshættir, sum eru í tráð við nýggja vitan á økinum
Innihald
• Diagnosur í nútíðarsamfelagnum • Barna- og ungdómspsykiatri • Trauma • Seksualitetur hjá børnum • Mentaliseringstvørleikar • Sorg • Narrativitetur • Arbeiðshættir • Verkætlanarferð til Intensiv Team Gladsaxe, fleirfamiljuarbeiði • Refleksiónshættir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, logbók, framløgur, samrøður, PBL-arbeiði, cases, eygleiðingar- og kanningararbeiði, venjingar, sjálvlestur, sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • greiða frá ymiskum nútíðar sálarligum diagnosum hjá børnum og ungum, herundir viðføddum og fingnum brekum • greina fleirfald viðurskifti, sum ávirka og eru avgerandi fyri menniskju, har serligur ella íkomin tørvur ella hending ger seg galdandi • vísa á, hvussu upplivingar kunnu ávirka menningina, trivnaðin og møguleikarnar hjá tí einstaka og samspælið við umhvørvið • meta um, grundgeva fyri og velja møguligar arbeiðshættir, sum eru fremjandi fyri sernámsfrøðiliga tørvin hjá einstaklinginum og bólkinum • fyrihalda seg til einstaklingin, bólkin, starvsfelagar og avvarandi, har serligur ella íkomin tørvur ger seg galdandi • vísa á týdningin av framhaldandi at vera tilvitaður um týdningin av og seta orð á egnan leiklut, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúki í arbeiðnum sum námsfrøðingur, menning, læring og vøkstri hjá børnum/brúkarum at gagni.
Próvtøkuháttur
Verkætlan við munnligari próvtøku
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák