6819.21 - Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar


Skeiðsnummar
6819.21
Heiti
Føroyskt sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. Námsfrøðingar
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning hins einstaka sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.
Innihald
• Hvat er mál • Literasi, máltilognan og málmenning • Sambandið millum mál og samleika • Tví- ella fleirmæli • Málamót • Narrativitetur • Mál sum samskifti lagað til støðu og umstøður • Mállæra, rættskriving og teknseting • Skriving • Akademiskt skrivingarlag
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at : • greiða frá grundleggjandi ástøðum um mál sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og • vitanarbera og tvinna hesi ástøðini saman við námsfrøðiligum virksemi • vísa hóskandi mál- og samskiftisførleikar í ymsum sjangrum og høpum • greiða frá, hvat eyðkennir list- og frásagnarfrøði og seta tað saman við mentan og samleikamenning hins einstaka • Greiða frá, hvat hendir í eini málamótstøðu • Vísa innlit í ástøði um tvímæli
Próvtøkuháttur
48-tíma próvtøkuuppgáva og at leggja fram í bólki. Treytin fyri at standa skeiðið, er, at tann lesandi hevur fingið góðkent skrivliga uppritið í rættskriving og teknseting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan
Ábyrgd
Asta Wolles Eiðisgarð