6833.22 - Kreativt Námsfrøðiligt virksemi


Skeiðsnummar
6833.22
Heiti
Kreativt Námsfrøðiligt virksemi
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskirivað/ur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu menna ítøkiligar førleikar og ástøðiligt grundarlag undir kreativum námsfrøðiligum virksemi. Tey skulu nema sær innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um fantasi, kreativitet, narrativitet og samspælið í sosialum umhvørvi • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Ítøkiligt kreativt virksemi sjálvi og saman við børnum / brúkarum • Burðardyggleiki í kreativum høpi • Hvussu kreativar tilgongdir kunnu vera við til at fremja menningina hjá børnum / brúkarum • Verklig tilgongd saman við børnum (starvslæra)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, skrivlig uppgáva, virksemi við børnum / brúkarum (starvslæra), framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:: • Lýsa og greina grundleggjandi ástøði um estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi • Duga at brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði við ymiskum málbólkum • Greina, og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum • Taka støðu til burðardygd í samband við kreativt námsfrøðiligt virksemi
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali