7031.20 - Vísindaástøði, námsfr.


Skeiðsnummar
7031.20
Heiti
Vísindaástøði, námsfr.
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðiliga økinum, og at tey gerast tilvitaði um, hvussu hesar stevnir eru viðkomandi fyri yrkisøkini hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Vísindaástøði – hvat er tað? • Grundleggjandi hugtøk og idésøgulig viðurskifti í vísindaástøði • Positivisma, rationalisma og sosial konstruktivisma • Tulkingarfrøði (hermeneutikkur) • Fyribrygdarfrøði (fenomenologi) • Onnur úrvald ástøði so sum sosialkontruktivisma, kritisk ástøði og poststrukturalisma
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum viðurskiftum og hugtøkum • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. 48 tíma uppgáva. Nærri verður greitt frá uppgávuna við byrjanina á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Skeiðsbók: Høyen, M., og Brinkkjær, U. Videnskabsteori for de pædagogiske professionsuddannelser. 2. útg. Keypmannahavn: Hans Reitzels Forlag, 2018. Lestrarlisti við øðrum bókmentum verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen