7133.20 - Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfr.


Skeiðsnummar
7133.20
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, námsfr.
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er: • at tann lesandi nemur sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði. • at tann lesandi fer at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindi, ið eru viðkomandi fyri arbeiði teirra sum námsfrøðingar við ymiskar bólkar av menniskjum. • at tann lesandi fær eina fatan av ymiskum hugtøkunum út frá ymiskum ástøðiligum perspektivum. • at tann lesandi fær eina grundleggjandi vitan um, hvussu menniskju læra og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast. • at tann lesandi lærir seg at reflektera yvir ymisk ástøði.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísind. • Søguliga gongdin í sálarfrøðini og hvat eyðkennir sálarfrøði upp gjøgnum tíðina. • Ástøðilig hugtøk innan námsfrøðilig sálarfrøði. • Sálarfrøðin frá individ- til sosialfokus. • Etikkur, sum grundarsteinur í námsfrøðilig sálarfrøði. • Menniskjafatanir, sum eyðkenna ymisku ástøðini.
Læru- og undirvísingarhættir
• Fyrilestrar • Bólkaarbeiði • Arbeiða við casum • Sjálvstøðugar uppgávur • Vitanarbýti gjøgnum skrivligar og munnligar framløgur
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna: • at seta orð á hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein. • at geva eina breiða lýsing av hvussu hugtøkini læring, menning, dannilsi og sosialisering verða allýst og avmarkað. • at kenna vanligastu sálarfrøðiligu ástøðini innan økið. • at reflektera yvir etiskar tvístøður, sum eru í námsfrøðiligum arbeiði. • at skilja umstøður hjá menniskjum sum tengdar at ymiskum kontekstum, mentanum og lívsumstøðum. • at lýsa og meta um týdningin av relationellum førleikum innan námsfrøðiligt arbeiði.
Próvtøkuháttur
Lang skrivlig, spurdomsstýrd uppgávu í bólki
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Allan Gullbrandson Tungá