7851.20 - Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslæran


Skeiðsnummar
7851.20
Heiti
Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslæran
ECTS
10
Fortreytir
Áðrenn starvslæran byrjar, skula lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur. Hetta skeiðið er ein treyt fyri at lesandi kunnu skriva starvslæufrágreiðingina, sum er skeiðið: Sjálvstøðug einsæris starvslæra – starvslæran (7852.20)
Endamál
Lesandi skulu í endaligu starvslæruni vísa teirra yrkisførleikar í verki bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við borgarar, børn, vaksin og starvsfólkum á stovnunum.
Innihald
Lesandi skulu í eina sjálvstøðuga starvslæru. Tey skulu virka við støði í fyrireikingini av menningarætlanini og arbeiðssetninginum fyri starvslæruna. Starvslæran verður eftirmett gjøgnum starvslærutíðarskeiðið.
Læru- og undirvísingarhættir
Egin refleksión, starvslæra, vegleiðing, logbók, skjalfesting og eftirmeting.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, so skulu tey lesandi duga at: • Arbeiða námsfrøðiliga og virka á stovninum við støði í einum ástøðiligum og fakligum grundarlagi • Fyrihalda seg refleksivt og etiskt til námsfrøðiligu arbeiðstilgongdina • Samstarva við starvsfólk, børn ella borgarar við støði í tørvinum hjá tí einstaka
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu í starvslæru
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Eingin lestrarlisti fyriliggur
Ábyrgd
Annika Antoniussen