6602.20 - Náttúra og mentan II


Skeiðsnummar
6602.20
Heiti
Náttúra og mentan II
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi hava luttikið á Náttúru og mentan - Skeið I
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi arbeiðir víðari við evnunum í Náttúru og Mentan 1, har tey serliga hugsavna seg um ástøði og námsfrøðiligt virksemi í mun til relatións- og virknistilgongdir innan náttúru og mentan. Tey lesandi fara eisini at fyrireika, seta ígongd og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi, ið tekur støðið í nærumhvørvinum og -mentanini hjá barninum.
Innihald
Fjølbroyttar tilgongdir til náttúru og mentan sum námsfrøðilig lærugrein innan: • Relatións- og uttandura virknisnámsfrøði. • Ùtilív, læring og menning • Uppmerksemi hjá børnum og leikluturin hjá námsfrøðinginum. • Didaktisk uttandura námsfrøði, at fyrireika, seta igongd og eftirmeta virksemið. • Náttúruvísind sum didaktiskt virksemi í verki. • Náttúra sum mentanarstovnur- og mentanarkveikjandi virksemis fyrigbrigdi. • Náttúru og mentan í nærumhvørvinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uttandura virksemi, vegleiðingar, sjálvstøðugar uppgávur, stíga fram og halda stuttar framløgur, umramt smærri venjingar og uppgávur. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir náttúru og mentan við støði í galdandi lógum á økinum. • Greiða frá og greina, hvat eyðkennir ástøði um námsfrøðiligt og didaktiskt uttandura relatiónsvirksemi. • Knýta ástøði við virksemis-lærutilgongdir í útinámsfrøði • Vísa, hvussu náttúruvísindi kunnu brúkast í námsfrøðiligum virksemi. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska uttandura lærutilgongd í nærumhvørvinum við atliti at læring og menning.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skula skriva eina synopsu í bólki við eini einsæris munnligari próvtøku. Nærri kunning í serstøkum skjali. Endurpróvtøka verður á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
1. Natur, udeliv og science. Et nyt læreplanstema. 1. udgave, 1. oplag. Niels Ejbye-Ernst. Hans Reitzels Forlag, København 2019. 2. Se her! Børns opmærksomhed og pædagogens rolle. Niels Ejbye-Ernst. Forlaget Børn & Unge. København (2001) Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Ketty Fríða á Fríðriksmørk