7031.16 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7031.16
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær innlit í grundleggjandi ástøði og hugtøk í vísindaástøði og vísindasøgu, at tey læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnir, ið mynda vísindaliga kjakið á námsfrøðilgia økinum, og at tey skilja grundtættir í kvantitativari og kvalitativari gransking.
Innihald
• Hvat er vísindaástøði? Ella, hvussu ogna vit okkum álítandi vitan? • Grundleggjandi hugtøk í vísindaástøði • Námsfrøði í vísindasøguligum høpi • Positivisma og tess ávirkan á námsfrøði og námsfrøðiliga gransking • Eru vísindi skynsom? Kritisk rationalisma og paradigmuástøði • Tulkingarfrøði • Fyribrigdarfrøði • Kognitiv og sosial konstruktivisma • Kritisk ástøði • Postmodernaði ástøði • Kvantitativ háttaløg • Kvalitativ háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi vísindaástøðiligum hugtøkum • seta námsfrøði inn í ein vísindasøguligan samanhang • greiða frá, samanbera og brúka ymiskar vísindaástøðiligar stevnur í einum námsfrøðiligum høpi • lýsa grundleggjandi tættir í kvantitativum og kvalitativum háttaløgum, og greiða frá møguleikunum og avmarkingunum í hesum háttaløgum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Próvtøkan tekur 4 tímar og fer fram í hølum á Námsvísindadeildini. Nærri verður greitt frá próvtøkuni á skeiðinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við byrjanina av skeiðinum
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen