7115.14 - Grundskeið í føroyskum


Skeiðsnummar
7115.14
Heiti
Grundskeið í føroyskum
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa gott innlit í føroyskar stavsetingarreglur • duga at stava síni skrivligu avrik rætt • duga at skyna á føroyskum og donskum málburði og víðka føroyska orðafeingið
Innihald
Føroyskar stavsetingarreglur. Tekstir við blandaðum donskum og føroyskum orðingum og orðalagi.
Læru- og undirvísingarhættir
Grundskeið í stavsetingarreglum og málbót verður skipað sum framløgur við verkevnum. Verkevnini verða loyst í bólkum. Hvør bólkur hevur sín lærara. Tekstir verða viðgjørdir í bólkum við tí í hyggju tilvitandi at sálda ímillum danskar og føroyskar orðingar og orðalag.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er av, skal tann lesandi duga at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki, m.a. við at rætta næmingaavrik og grunda rættingarnar • greiða frá og skifta orð um málmunir og stílmunir í føroyskum. • viðgera, hvussu viðbrekið málið er og miðvíst røkta tað.
Próvtøkuháttur
Lesandi fara til 4-tíma skrivliga roynd í stavsetingarreglum og málbót fyri heyststeðgin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen